Tróndur í Gøtu kemur á Fuglafjørð fullfermdur av svartkjafti

vinna13-03-2017 - 17:29 - Jóanis Nielsen

 Tróndur í Gøtu kemur á Fuglafjørð í kvøld, Tróndur er fullfermdur av svartkjafti - uml. 2.800 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Teir hava roynt í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi á uml. 54N og 17V.

Høgaberg er í dag farin at sigla móti Føroyum við fullari last, ferðin heim tekur 2½ døgn.