Tróndur í Gøtu er júst komin á Fuglafjørð

vinna16-04-2017 - 15:15 -

 Tróndur í Gøtu kom á Fuglafjørð nú um 15-tíðina við 2.400 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Í løtuni landar Christian í Grótinum, teir byrjaðu á middegi og verða liðnir á middegi í morgin, tá sleppir Tróndur framat.

Skipini royna eftir svartkjafti sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Av Havsbrún verður sagt, at teir rokna við, at koma at taka ímóti nógvum svartkjafti í komandi viku.