Tróndur í Gøtu er á veg á Tvøroyri

vinna18-10-2020 - 19:25 - Jóanis Nielsen

 Tróndur í Gøtu, sum hevur verið til sildafiskiskap í íslendskum sjógvi, er á veg á Tvøroyri við 1.400 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic. Í løtuni landar Gøtunes, síðani skal Tummas T. landa og týsdagin sleppir Tróndur í Gøtu framat.

Tróndur verður á Tvøroyri fyrrapartin í morgin.