Tríggjar prestasetanir - og tvær vígslur í Dómkirkjuni

mentan19-01-2018 - 15:17 - Jóanis Nielsen
Tað er hent áður, og hendir aftur komandi sunnudag: Tá verða nevniliga tveir mans prestvígdir við eina hátíðargudstænastu í Dómkirkjuni.
Tað serstaka er, at teir báðir, ið vígast skulu, eru ættaðir úr Klaksvík.

Talan er um 32 ára gamla Jákup Erlingsson Petersen og 43 ára gamla Øssur Kjølbro.
Jákup kemur at virka sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í hálvan fjórða mánað, meðan Bergur Debes Joensen er í farloyvi.

Øssur, ið er aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, kemur at verða knýttur at Eiðis prestagjaldi sum óløntur hjálparprestur. Her hevur hann skyldu at halda í minsta lagi fýra gudstænastur um árið, og annars samstarva við sóknarprestin Emil Olsen.

Málgagnið hjá Heimamissiónini, Trúboðin veit at haraftrat siga, at Marjun Bæk er sett sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi í eitt hálvt ár. Møguleiki er fyri, at henda starvstíðin kann verða longd eitt hálvt ár.

Seinni í vikuni verða teir báðir nýggju prestarnir presenteraðir her á heimasíðuni, eins og teirra arbeiðsøki verður umrøtt.

Orð: Snorri Brend
Mynd: DC