Tríggjar kommunur leggjast afturat Talgildu Føroyum

vinna16-09-2020 - 15:01 - Jóanis Nielsen

Fyrrapartin í dag gjørdu tríggjar kommunur aftrat avtalu við Fíggjarmálaráðið um Talgildu Føroyar. Vága-, Sørvágs- og Sunda kommuna skrivaðu undir avtalu, ið gevur teimum atgongd til talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Sostatt eru tað nú 6 kommunur,  hava gjørt avtaluFrammanundan hava Tórshavnar-, Nes-, og Eysturkommuna gjørt avtalu um Talgildu Føroyar. 

Kommunurnar kunnu nú saman við Talgildu Føroyum fara undir at menna talgildar tænastur til sínar borgarar á Vanganum. Vangin er komandi tænastuportalur, har føroyingar trygt og lætt kunnu avgreiða almenn viðurskifti á einum stað. Felags snið og funkur fara at gera tað lætt hjá fólki at brúka tænasturnar.  

Kommunurnar veita í dag sínum borgarum nógvar ymiskar tænastur. Ein skipað og miðsavnað talgilding er við til at hækka tænastustøðið mótvegis borgarunum. Við avtalunum í dag fáa gott 30.000 føroyingar atgongd til kommunalar tænastur á Vanganum. 

Fíggjarmálaráðið og Talgildu Føroyar fegnast um avtalurnar. Umframt kommunurnar eru átta landsstovnar í holt við at menna talgildar tænastur á Vanganum, og aðrir stovnar eru farnir undir fyrireikingar til at koma við á Vangan.