Tríggir smittutilburðir í gjár

corona20-10-2020 - 18:13 - Jóanis Albert Nielsen

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tveir persónar eru komnir til Føroya loftvegis, meðan tann eini persónurin er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1037 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 147.079 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 488 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 472 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 16 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.