Tríggir nýútbúnir kommunulæknar

mentan01-03-2017 - 15:41 - Jóanis Nielsen

Signhild Petersen, Renate Weber Ehlers og Joan Smidt Skibenæs eru júst vorðnar lidnar við útbúgving teirra sum serlæknar í almennum medisini – vanliga nevnt kommunulækni.

Tær hava tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgvingina á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har tær hava verið í ymiskum læknaviðtalum runt í landinum, ávikavist á Sandi hjá Dánjal Petur Højgaard, í Miðvági hjá Marjus Dam, í Kollafirði hjá Djóna Joensen, í Tórshavn hjá Turid Petersen, Sten Larsen og Katrin Rubek Nielsen.

Tær hava allar fingið okkurt styttri vikariat úti hjá kommunulækna.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Væntandi verða 2 læknar afturat liðugt útbúnir 31. august í ár.

Landssjúkrahúsið fegnast um verða við til at útbúgva nýggjar kommunlæknar, og hevði í hesum sambandi bjóðað kommunulæknunum til eina hátíðarløtu.

Á myndini síggjast frá vinstru, Signhild Petersen, Renate Weber Ehlers, Johan Jansson, varastjóri á LS og Joan Smidt Skibenæs.

Kelda: LS.fo