Tríggir nýggir tilburðir seinasta samdøgrið

corona21-09-2020 - 13:25 - Jóanis Nielsen

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 115.041 kanningar.

Teir tríggir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Tilsamans hava nú 437 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 413 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 24 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.