Triðja “opna” uppboðssølan av fiskirættindum verður týsdagin 12. september 2017.

vinna07-08-2017 - 13:04 - Jóanis Nielsen

 Tíðindaskriv frá Fiskamarknaði 

Føroya Uppboðssøla av fiskirættindum 

Triðja “opna” uppboðssølan av fiskirættindum verður týsdagin 12. september 2017.

• Norðhavssild: 9.000 tons 

• Svartkjaftur: 9.000 tons

Ávís feløg og persónar, ið ætla at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skulu lata Vørn hóskandi skjalprógv í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn. Talan er um eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum ella føroyskt partafelag ella smápartafelag, ið skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.

Formligu ásetingarnar um uppboðssøluna eru ásettar í kunngerð nr. 101 frá 12. juli 2017. 

Nærri upplýsingar og reglugerð fyri uppboðssøluna fáast frá Fiskamarknaði Føroya: www.fmf.fo  

Dagfest: 7. august 2017 

Fiskamarknaður Føroya