Triði føroyingur staðfestur frískur

corona20-03-2020 - 10:05 - Jóanis Nielsen

Í morgun er triði føroyingurin, ið hevur fingið staðfest corona-smittuna, staðfestur frískur aftur og loystur úr sóttarhaldinum.

51 fólk, sum viðkomandi hevði havt samband við, vóru eisini sett í sóttarhald. Eingin teirra hevur sjúkueyðkenni, og tey eru øll loyst úr sóttarhaldinum.