Trailari stendur fastur á Hálsi í Sandavági

17-11-2017 - 17:05 - Jóanis Albert Nielsen

Tað er hált í kvøld, og ein trailari stendur fastur á Hálsi í Sandavági, verður upplýst av løgreglustøðini. Løgreglubilur er á veg. 

Av løgreglustøðini verður sagt, at fólk skulu vísa størsta varðsemi, og at tað er trongt hjá vanligum bilum at sleppa forbíð trailarin. Størri bilar sleppa ikki forbíð í løtuni. 

Tað er hált frá Fútakletti og niðan á hálsin.