Traðarvegurin stongdur

10-10-2018 - 07:44 - Jóanis Albert Nielsen

Í samband við arbeiði, verður Traðarvegurin stongdur fyri allari ferðslu frá kl. 815 til 1700, frá mikudegnum, tann 10. Oktober og til arbeiðið er liðugt. Arbeiðið kemur at taka umleið eina viku.

Tó verður koyrandi millum kl. 1200 og 1300.

Ferðslan verður leidd ígjøgnum hvønn heilan tíma.

Neyðsynjarørindi kunna gerast í samband við arbeiðstakaran.

Vága kommuna