Tórshavn: Staðbundnu nevndirnar hittust á felagsfundi

politikkur01-03-2017 - 10:49 - Jóanis Nielsen

Eftir valið í fjør eru 10 nýggj fólk komin í staðbundnu nevndirnar í Tórshavnar kommunu. Hósdagin 23. februar var felagsfundur hildin í Reinsarínum fyri nýggju nevndunum.


Borgarstjórin, Annika Olsen, beyð limunum í nevndunum vælkomnum og nýtti eisini høvi at heilsa upp á allar limirnar.

Síðani varð kunnað um arbeiðið í staðbundnu nevndunum.

Birita Wardum, býararkitektur, tosaði um bygdaætlanirnar, Gunnar Djurhuus, økissamskipari, greiddi frá um vetrarfriðing og Oyggjadagin 2017, sum verður 27. mai.

Jákup Dam, býráðslimur, kunnaði eisini um arbeiðið í Økisnevndini, sum arbeiðir yvirskipað við bygdunum í Tórshavnar kommunu.

Seks staðbundnar nevndir eru í kommununi, og trý bygdaumboð eru í hvørjari nevnd. Harumframt er borgarstjórin formaður í øllum nevndunum og ein býráðslimur eisini limur.

Tórshavnar kommuna hevur eina skrivstovu, sum samskipar alt arbeiðið hjá staðbundnu nevndunum og økisnevndini. Umframt Gunnar Djurhuus situr Nanly Guðmundsson sum skrivar.

Kelda: Tórshavn.fo