Tórshavn avmonterar góðar havnir og flogvøll

politikkur29-03-2017 - 14:28 -

So fingu vit tað enn einaferð staðfest, at loyaliteturin hjá okkara høvuðsstaði yvir fyri restina av landinum, hesaferð umboða av nýggja fólkafloksborgarstjóranum, er bara til, tá ið tað er til egnan fyrimun. Seinasta “smarta” hugskotið er at skrykkja teppið undan okkara frálíku Vága Floghavn, tí nú vil borgarstjórin í Havn sjálvandi hava hann inn um sítt egna kommunumark.

Vit síggja hetta tíverri ferð eftir ferð, at okkara lokalu politikarar í Havn ikki tola, at nakað av týdningi liggur uttan fyri teirra egna kommunumark. Dømini eru tíverri fleiri.

Føroya Løgting hevur leingi arbeitt við at fyrireika eina milliardastóra tunnilsverkætlan, sum fer at knýta serliga Eysturoynna og høvuðstaðin ógvuliga tætt saman. Henda kollvelting verður títt og ofta havd á lofti, tá ið okkurt skal niðurleggjast ella niðurlagast, sum liggur úti um landið. So skuldi ein eisini trúð, at hetta var galdandi, tá ventilurin vendir hinvegin, men so er ikki.

Eingin felags havn á Skálafjørðinum
Eitt sigandi dømi fingu vit fyri stuttum, tá ið risaíløgan í Tórshavnar Havn var nýggja vegasambandinum verður bert eitt korter at koyra til Skálafjørðin, har sama havnaøkið fæst fyri væl minni enn helvtarprís í einari náttúrhavn uttan streym og brim, sum altíð er trygg at koma til. Tí var ført fram, bæði í løgtinginum og aðrastaðni, at ein slík íløga ístaðin skuldi verið gjørd við Skálafjørðin sum ein felags havn.

Men her fekk pípan í høvuðsstaðnum brádliga eitt heilt annað ljóð: Ikki talingur um! Vit vilja hava alt her í Havn, sama hvar tað er skilabest at gera íløguna! Tískil verða nú gjørdar tvær stórar nýggjar havnir hvør sínum megin nýggja undirsjóvartunnilin, og hví? Jú, tí Havnin vil hava alt hjá sær, eisini tað, sum liggur betur á Skálafjørðinum !

Eingin felags floghavn í Vágum
Seinasta útmeldingin á henda sama bógvin fingu vit nú um vikuskiftið, tá ið sjálvur tann nýggji fólkafloksborgarstjórin í Havn kom sum ketta burtur úr høvdatroð og fortaldi Føroya fólki, at nú skal ein nýggjur flogvøllur sjálvandi byggjast, hvar? Jú, í Havn.

Eisini her hava Føroyar gjørt, og nú eisini goldið, eina undirsjóvar farleið, soleiðis at tað í dag er ómakaleyst og skjótt at koma til og frá Vága Flogavn, sum í dag er í stórari menning og vøkstri. Men hatta tolir høvuðsstaður okkara eftir øllum at døma ikki, tí nú skal hetta eisini kopierast til Havnar.

Fyri mær og fleiri av okkum, sum síggja verðina úr einum sjónarhorni uttan fyri høvuðsstaðin, er hetta mest átókt øvund og havisjúku, tá ið ein borgarstjóri í høvuðsstaðnum meldar so skilaleyst út.

Alternativa havnin hjá Norrønu
Í Ánunum hava vit í Klakssvíkar Kommunu eina frálíka havn. Norðhavnin, sum er frá náttúrunnar hond eitt ógvuliga kyrt og veðurgott pláss, har tað er trygt at leggja at allar dagar á árinum.

Nakað eftir at Norðoyatunnilin var skotin ígjøgnun, fingu vit eina áheitan frá Smyril Line um at byggja alternativa atløgumøguleika til Norrønu, sum kundi brúkast, tá ið veðrið gjørdi tað trupult at leggja at í Tórshavn.

Klaksvíkar Kommuna tók hesa áheitan í álvara, og sum táverandi borgarstjóri virkaði eg sjálvur við til, at kommunan bygdi eina rampu í Norðhavnini fyri fleiri milliónir fyri at tryggja m.a. Norrønu hesa alternativu havnina. Men aftur her vísti Havnin sjálvsøknan hugburð, eftir øllum at døma toldi táverandi borgarstjóri í Havn ikki, at Norrøna nakrar ferðir um árið tá ið illveður var, legði at í Norðhavnini og tí varð í skundi bygd ein slík havn á Signabø, sum eisini kostaði eina milliónaupphædd. Aftur ein dupultíløga í høvuðsstaðnum, sum gjørdi, at grundarlagið vað skrykt undan tí íløgu, sum frammanundan varð gjørd í Norðhavnina í samráð við flutningsfyritøkuna.

Jú, tey eru røsk at føra fram, at Havnin er høvuðsstaður fyri okkum øll, men eg hugsi ikki, at hetta er galdandi í hesum trimum førunum, sum raka ávíkavist Skálafjørðin, Vágar og Norðoyggjar. Hvussu skulu vit byggja upp nakað álit við slíkum hugsunnarhátti.

Eg vil í øllum førum taka staðiliga frástøðu frá slíkum hugburði. Føroyar eru eitt land við fleiri landspørtum, ikki ein býur, soleiðis sum flestu tykjast halda.

Klaksvík, 28. mars 2017
Steinbjørn O. Jacobsen
Býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu