Torradagar: Nógv spennandi á skránni í dag

Mentan20-02-2018 - 14:44 - Jóanis Albert Nielsen

Hugnaløta, hugleiðingar og fyrilestur eru á skránni, umframt fleiri framsýningar, sum hava opið alla Torravikuna.

Torravikan byrjaði í gjár við forvitnisligum tiltøkum, sum vórðu væl vitjaði, og í dag eru uppaftur fleiri spennandi tiltøk á skrá.

TÝSDAGUR 20. FEBRUAR

Kl. 14 - 17: Listaframsýning í Gamla seglhúsi

 Gamla seglhúsið er karmur um søluframsýning við 36 verkum hjá Bárði Jákupssyni.

Tað er ókeypis at vitja framsýningina.

 

Kl. 14 - 17: Framsýning í Posthúskjallaranum

HAV – Ein framsýning um Blue Fashion Challenge

Ein framsýning við klæðum, ið vórðu gjørd til altjóða sniðgevarakappingina Blue Fashion Challenge. Við á framsýningini eru eisini myndir, sum heimskendi myndamaðurin Tommy Ton tók, millum annað í Klaksvík.

Alt tilfarið, sum varð brúkt í kappingini, hevði sín uppruna úr havinum so ella so – t.d. úr tara, kópaskinn og fiskaskræðu.

Kappingina vann føroyska Sissal Kjartansdóttir Kristiansen í dysti við 10 aðrar norðurlendskar kvinnur. 

 

Kl. 15: Hugnaløta í Smæruni (Sambýlið á Heygnum - veghæddin)

Kvinnurnar og havið

Vanliga eru tað menninir, sum verða settir í samband við lívið á sjónum. Tað hevur ikki nógv verið skrivað um leiklutin hjá kvinnunum heima.

Óli Jacobsen fer at greiða frá og hugleiða um hesi viðurskifti á fundinum. 

Til ber at keypa kaffi og køku eftir framløguna.

 

Kl. 17.30: Skrúvuguðstænasta í Christianskirkjuni

Marjun Lómaklett, sóknarprestur prædikar.

Eftir guðstænastuna verður boðið niður í kirkjukjallaran, har kjøtsós og skrúvur eru at fáa.

 

Kl. 19.30: Hugleiðingar í Miðhøllini á Skúlatrøð

Við støði í bókini “Herskin herðindi” hugleiðir Arnstein Niclasen, rithøvundur um læknastríðið í Klaksvík, sum vardi frá 1952-1956.

Eftir at bókin er komin út, hava fleiri blaðkjak verið um skrivingina og eygleiðingina hjá Arnstein av læknastríðnum, sum so ymiskar meningar eru um.

Bókin er eitt frambrot um læknastríðið í Klaksvík – og hesum parti av Klaksvíkar søgu. Hesaferð er tað Arnstein Niclasen, sum kemur rættiliga vítt umkring við bókini.

 

Kl. 20: Fyrilestur í Íverksetarahúsinum

Møguleikar, um tú hugsar um víðari lestur ella karrieruskifti

Fyrilestur við Deirdre Hansen, lestrar- og karrieruvegleiðari á Fjarnámi

Hugsar tú um at menna teg fakliga, um at fáa annað arbeiði ella at taka eina útbúgving?

Eftir fyrilesturin er møguligt at fáa eitt prát og vegleiðing um, hvussu hetta kann gerast 

Fyrilesturin er ókeypis.

Íverksetarahúsið, Garðavegur 57.