Torradagar 19. – 24. februar

Mentan09-01-2018 - 23:20 - Jóanis Albert Nielsen

So eru Torradagarnir aftur á skrá og eru tey, ið ynskja okkurt sett á skránna vælkomin at gera vart við seg á dw@klaksvik.fo ella ringja til Klaksvíkar kommunu.

Skráin er ikki liðug enn, men verður m.a. framløga um læknastíðið, har Arnstein Niclasen, rithøvundur greiðir frá við støði í bók síni “Herkin herðindi”. Firkivinnutingið tekur samanum nýggju fiskivinnulóggávuna og verður spurt um ymsu regluverkini og kunngerðirnar í hesum sambandi.

Silas Olofson greiðir frá, hvussu sjófuglurin kring Føroyar hevur tað við sínum fantastisku myndum.

Eisini verða “Søgur av Flemish Kap” aftur á skrá, har Helgi Jacobsen, tíðindamaður og rithøvundur greiðir frá úr bókum sínum, hann hevur skrivað um fiskiveiðu á Flemish Kap. Eyðun Viderø greiðir frá fiskiskapi við Beinir, hann var við á Flemish Kap í 1958, har Eiler Jacobsen var skipari. Prát verður við sjómenn, sum hava verið á Flemish Kap.

Eisini verður skipað fyri Matiné í Christianskirkjuni og í kirkjukjallaranum verður eitt tiltak við Poul F. Guttesen, doktara í guðfrøði, har hann hugleiðir um listaverkini hjá Edward Fuglø, Jesus úr Nasaret – hetta við støði í bókini, Boðskapurin í trænum og knýtt at ymsum ástøði úr heimspekini.

Torradagarnir verða 19. – 24. februar og sum sagt er skráin ikki liðug enn, men verður meir at frætta seinni. Tey, ið ynskja okkurt sett á skrá kunnu gera vart við seg á dw@klaksvik.fo ella ringja til Klaksvíkar kommunu 410000.