Torkil Veyhe skiftur nú felag

ítróttur31-10-2017 - 14:24 - Jóanis Albert Nielsen

Torkil Veyhe sum í eina tíð hevur súkklað við Team ColoQuick-Cult, skiftir nú lið, og skal komandi kappingarár súkkla fyri Team Virtu Cycling.

Torkil gjørdist trýfaldur føroyameistari í ár, og seinastu nógvu árini hevur hann vunnið alt sum vinnast kann í Føroyum. Føroyameistari og eisini Volvo Kring Føroyar hevur hann vunnið fleiri ferð. Umframt fleiri Oyggjaleika gull, silvur og bronsu.
Eisini hevur gingið avbera gott hjá honum í kappingum í Danmark, og hann telist í dag millum teir sterkastu í Danmark. Í ár gjørdist hann samanlagt nummar 6 í PostNORD Danmark Rundt, sum er eitt framúrskarandi úrslit.
Hann sigur nú farvæl til Team ColoQuick-Cult og skal komandi kappingarár súkkla fyri Team Virtu Cycling.
Vanligt er, at talentir eru heilt ungir súkklarar, men hóast at Torkil nú er blivin 27 ár, so verður Torkil framvegis roknaður sum eitt talent. Seinastu árini hevur hann satsað nógv uppá súkkling. Hetta tíðarskeiðið hevur hann ment seg rættiliga nógv, og evnaríki súkklarin vónar við hesum skifti, at hann kann røkka enn longur í 2018, nú hann skiftir til Team Virtu Cycling.
Hetta árið er fyrsta árið, ið Torkil koyrur í tí sum eitur kontinentalniveau, men hann hevur hóast tað longu megnað at klára at vinna sær fýra UCI-plaseringar á sigurspallinum, umframt at gerast nummar 6 samanlagt í PostNORD Danmark Rundt, og hann vónar nú, at Team Virtu Cycling kann hjálpa honum við at gerast enn betur.
“Eg haldi, at eg við hesum skifti nú fái betur møguleika fyri at menna meg. Eg havi kanska ikki rætta aldurin nú, og tí verði eg noyddur at velja rætt, taka røttu valini. Nýggja liðið virkar sum eitt gott felag, og eg haldi at eg kann útvikla meg og menna meg enn meira saman við teimum. Vit fara at luttaka í fleiri og størri kappingum, og á liðnum eru fleiri sterkir súkklarar”, sigur Torkil Veyhe.
Jú meira Torkil hevur fokuserað uppá sína venjing, jú betur hevur hevur gingið hjá honum, og jú betur eru úrslitini blivin. Torkil metir, at við hesum skifti kann hann gerast ein enn meira komplettur súkklari.
“Eg sá skjótt, at jú meira málrættað eg vandi, jú longri rakk eg, og eg vildi tí geva súkklukarrieruni ein tjans, og sostatt vita hvussu langt tað kundi røkka. Tað gjørdi eg við Århus liðnum. Eftir tað fekk eg so møguleika at skifta til eitt kontinentallið. Tað gekk eisini gott. Nú kom so hetta tilboðið frá Michael Skelde (Team Virtu Cycling), og tí fari at eg at vita um eg við hesum skifti kann røkka enn longri”, sigur Torkil Veyhe.
“Vónandi kann eg gerast enn betur í Einkultstarti, og vónandi kann eg gerast enn betur til finaluna í Landavegsúkklukappingunum. Vónandi fer nýggi venjarin at geva mær henda møguleika, men annars taki eg eg ímóti øllum avbjóðingunum eg fái, og fari annars royna at venja miðvíst og gerast betur og betur, og menna meg sum súkklara enn meira”, sigur Torkil.
Torkil hevur súkklað síðan hann var heilt ungur, og ævintýrferðin hjá honum byrjaði tá Tórshavnar Súkklufelag saman við MBM skipaði fyri barnasúkklukappingum uppi við Eysturvøllin í Havn, men tað var ikki fyrr enn Torkil flutti til Danmarkar fyri at lesa verkfrøði, at súkklingin gjørdist meira miðvís. Men hóast at miðvísa veningin byrjaði seint, so metur Michael Skelde, at evnaríki føroyingurin kann røkka langt.
“Torkil er komin nakað seinni í gongd enn aðrir súkklarar, og hann hevur ikki sum hinir, tikið tradionella vegin og vunnið stórar kappingar sum juniorur. Hann kemur úr Føroyum, og eg veit ikki um aðrar súkklarar, ið hava rokkið so langt sum Torkil”, sigur Michael Skelde.
“Eg síggi eitt heilt stórt potientiali í Torkil, og eg haldi, at øll sum hava sæð hann koyrt í ár, eru imponeraði av hansara úrslitum. Eg trúgvi, at um vit kunnu geva honum enn fleiri kappingar á altjóða støði, so kann hann røkka enn longri. Hann hevur “motorin” til tað, og eg vóni, at vit kunnu hjálpa honum til at gerast enn betur”, sigur Michael Skelde.
Torkil skiftur nú frá ColoQuick-Cult til Team Virtu Cycling og sáttmálin, ið Torkil nú hevur gjørt, er ein eitt-ára sáttmáli.