Torkil vann fyrsta teinin

ítróttur21-07-2017 - 07:24 - Jóanis Albert Nielsen

Vovlo kring Føroyar: Tað var vátt, tað var langt, og tað var høgt.

Leiðin gekk frá Havn til Vestmanna eftir Oyggjarvegnum.
Favoritturin vann, og tað var Torkil Veyhe.
Hinir megnaðu ikki at "halda hjul" tá Torkil setti ferð á ávegis til Vestmanna, niðan úr Leynum.
Fýra mans "jagstraðu" Torkil Veyhe, men ferðin hjá Torkili var ov høg, og tí kundi Torkil hálvan triðja tíma seinni koyra einsamallur á mál. Sostatt vann Torkil ein tryggan sigur.
Teir fýra sum royndu at fanga Torkil, arbeiddu ikki nóg væl saman. Tað úrslitaði í, at munurin upp til Torkil gjørdist størri og størri.
Tað bleiv spurtað um silvurið, og tað gjørdist Torquil Clyde frá Oykney, ið átti munin og vann á Jan Hjaltalin Olsen.

Hjá kvinnum vann Olga Hamilton úr Hetlandi. Hon vann trygt á nummar tvey, ið var Birita Poulsen úr Vestmanna.

Hjá motionistum var tað ungi vestmenningurin, Tóri Thorleifsson, ið vann. Næstu honum gjørdist Kjartan Egholm.