Torkil gjørdist “King of the mountain” – og føroyameistari

ítróttur07-10-2017 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

TSF: Tað var Torkil Veyhe sum var skjótastur niðan á Sornfelli, tá kappast varð í FM í Einkultstarti. Og tað var tí hann sum stóð ovast á sigurspallinum eftir tíggju kilometur langa teinin úr Kollafjarðadali niðan á Sornfelli.

Býarsúkkling í fyrradagin, og fjallaeinkultstartur í gjár. FM í ár er eitt sindur øðrvísi enn tað hevur verið seinastu mongu árini. Tað er roynt áður, men nú verða aftur allar kappingarnar koyrdar eitt og sama vikuskifti.

Í gjár var tað einkultstartur, og í avbera góðum veðri bleiv kappast úr Kollafjarðadali og niðan á Sornfelli. Ein teinur sum er 10 km langur.

Rennarar renna eisini hendan teinin, tá kappast verður í TOP RUN. Súkklarar hava fyrr kappast niðan á Sornfelli, men tað hevur verið í Landavegsúkkling. Tá varð byrjað í Havn, tað bleiv koyrt til Vestmanna, og frá Vestmanna gekk leiðin niðan á Sornfelli, har málið var.

Úr flogfarinum og beint á súkkluna

Føroyska jarnkvinnan kom beint úr flogfarinum, skifti í súkkluklæðir og fór so beint á súkkluna, og fór so beint aftur upp í luftina. Karina Ottosen kom úr flogfarinum, og setti føturnar á jørðina, og fór so aftur upp í luftina, niðan á Sornfelli.

Karina luttók í einkultstartinum, og hóast at hon ikki súkklaði á sínari egnu súkklu, og hóast at bremsan tók í, so kom Karina smílandi um málstrikuna. Silvur á Oyggjaleikum í triathlon, og silvur í dag í 10 km langa fjalla einkultstartinum.

Í serflokki

Helgi fær góð úrslit úti í stóru verð, og eins og Torkil so koyrur Helgi eisini í sterkasta bólkinum í Danmark. Men meðan Torkil telist millum sterkastu súkklarar í landavegsúkkling, so klárar Helgi seg sera væl í besta bólkinum í fjallasúkkling. Og tí var tað ikki eitt yvirraskilsi, at Helgi bleiv nummar tvey, og var tann, ið var næstur niðan á Sornfelli. Báðir byrjaðu sum heilt ungir at súkkla, báðir eru ágrýtnir, báðir hava ein vilja av stáli, og báðir eru teir í serflokki.

Fýra sekund

Tað tekur umleið fýra sekund at blunka, og tað vóru bara fýra sekund vóru millum triðja- og fjórðaplássið í 10 km langa einkultstartinum.

Hetta var teinurin hjá Jan Hjaltalin Olsen. Jan hevur ment seg nógv seinastu árini, og ein kann siga, at føroysku fjøllini eru “vinirnir” hjá Jan. Hann koyrur smílandi niðan á øll fjøll. Jú hægri, jú betur. Tað var tætt millum súkklararnar, ið kempaðu um bronsuna, men tá allir vóru komnir á mál og dómarin hevði talt saman og trekt frá, so vóru bara fýra sekund, ið skilti eitt pláss á sigurspallinum, og fjóraplássið.

Jan var so spentur um úrslitið, at hann ikki vildi spyrja dómarin um hvør gjørdist nummar trý, og hvør bleiv nummar fýra.

Gunnar Dahl-Olsen tordi at spyrja. Og Gunnar var glaðari um úrslitið enn Jan var. Gunnar vann á Jan við bara fýra sekundum.

- Eri altíð farin eftir gullinum, men kann ikki minnast, at eg havi verið so glaður fyri eitt triðjapláss sum eg var í kvøld. Jú, bronsuheiðursmerkið á Oyggjaleikum á Gurnsey í 2003, var líka so gott, segði Gunnar Dahl-Olsen eftir kappingina.

Frá Marathon til Sornfelli

Ein annar sum eisini nýliga er lendur, er marathon rennarin, sum nú eisini vil royna seg innan súkkling og triathlon.

Jákup Petur Eliasen hevur júst verið í Berlin og runnið marathon. Heilt vist eru vøddarnir moyrir eftir drúgva teinin á asfaltinum í Berlin, men hóast tað, so megnaði prúði maðurin, sum vigar umleið hundrað kilo, at koyra teinin uppá góðar 39 minuttir. Ein góð tíð, og tað vóru fleiri luttakarar sum koyrdu teinin uppá góðar 39 minuttir. Fýra mans koyrdu teinum millum 39 og 40 minuttir. Jákup Petur varð ein teirra, og hann brúkti 39 minuttir og 21 sekund um harða teinin.

Úrslit, Opin bólkur, 10 km einkultstartur

Torkil Veyhe, 27 minuttir og 25 sekund
Helgi Winther Olsen, 30.44
Gunnar Dahl-Olsen, 32.36
Jan Hjaltalin Olsen, 32.40
Andrass Joensen, 34.45
Áslakur Nesá, 35.03
Einar Vang, 35.50
Henrik Kølleskov, 36.38
Tóri Thorleifsson, 39.15
Sigmund Olsson, 39.19
Jákup Petur Eliasen, 39.21
Kjartan Egholm, 39.36
Christian Guttesen, 40.50
Úrslit, kvinnur, 10 km einkultstartur
Birita Poulsen, 44 minuttir og 16 sekundKarina Ottosen, 48.54