Tórik: Nakað serligt at mamma var við

Vinna26-02-2021 - 10:09 - Jóanis Albert Nielsen

Tórik Ábraham Rouah hevur roynt av og á eftir hemara seinastu 12 árini, men hevur hann ikki fingið nakran hemara fyrr enn seinasta leygardag.

Tórik og mamma hansara, Ray-Keth Tóriksdóttir, vóru seinasta leygardag á hemaraveiðu á Sundagrynnuni beint við Fugloynna. Tey fingu á eftir at hava roynt í nakrar fáar minuttir. Tórik fortelur, at hann brúkti útvið 4 tímar at fáa hemarin inn. Hemarin var 2,41 metrar langur.

Aftur mánadagin fór Tórik á hemaraveiðu, og eydnaðist honum aftur at fáa ein hemara á. Hann var tá staddur eitt sindur longri norði enn tá ið hann fekk tann fyrra hemarin. Tann seinni hemarin var 2,40 metrar langur, og vigaði hann 221 kg.

Tórik forklárar, at kenslan var heilt øgiliga góð. Tað kann næstan ikki forklárast uttan so man hevur roynt tað sjálvur. Tað sum var sermerkt var, at mamma mín var við til tann allar fyrsta hemarin eg fekk.