Torfinn sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági

mentan04-01-2018 - 16:00 - Jóanis Nielsen

Í januar sýnir Torfinn Jacobsen, Miðvági, málningar fram á listavegginum í Betri í Miðvági.

Torfinn hevur fingist við at málað seinastu 10 árini. Hann málar fyri tað mesta landsløg, og myndevnini eru fyri ein stóran part úr Vágum.

Á heimasíðu hansara,www.arttorfinn.dk, eru fleiri málningar hjá Torfinn at síggja.