Tórbjørn: Tað er ikki Tórbjørn Jacobsen, sum er boðin umborð

top19-08-2018 - 13:28 - Jóanis Albert Nielsen

Vinmaðurin og floksfelagin er ikki til at vika, tá ið tað kemur til maritimar royalar verðar. Øðrvísi er á landi. Havi í mínum stilla sinni roynt at funnið onkra grundgeving fyri, hví eg ikki skal fara umborð á "Dannebrog" leygarkvøldið í næstu viku, havi annars takka Kongshúsinum hjartaliga fyri innbjóðingina, men eg fann hana ikki - grundgevingina.

Tað er ikki Tórbjørn Jacobsen, sum er boðin umborð, tað er borgarstjórin í Runavíkar kommunu. Meðan hann situr í tí sessinum, umboðar hann 4 túsund fólk í Føroyum, og ímillum teirra finnast allir politiskir og átrúnaðarligir observansar. Tí fari eg umborð umboðandi hesi fólkini, og ikki míni egnu subjektivu politisku sjónarmið, sum tey flestu helst kenna.

Annars dámar mær minst líka væl at sita við eitt borðhald saman við sambandsmonnum sum tjóðveldismonnum, teir hava ofta ein meiri avslappaðan humor enn onkrir av hinum.

Skrivar Tórbjørn Jacobsen

Les eisini: Páll: Dannebrog - øll søgan