Tony av Sondum sýnir fram á listavegginum hjá Betri

mentan02-02-2018 - 17:37 - Jóanis Nielsen

Í februar er tað sandavágsmaðurin Tony av Sondum, ið sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági.

Tony byrjaði at mála fyri 10 árum síðan. Hann hevur verið á ymiskum skeiðum og hevur eisini gingið á kvøldskúlanum. Honum dámar best at mála landslagsmyndir.