Mynd frá í fjør
Mynd: Bjørk Gudmundsen

Tóku omanfyri 500 súlur

Mentan26-08-2017 - 07:32 - Jóanis Albert Nielsen

Í nátt hava fólk verið í Hóminum í Mykinesi og tikið súlur. Í fjør var besta árið seinastu 15-20 árini tá ið tey tóku 623 súlur. Í 2015 tóku tey 555 súlur. Í ár liggur talið um 530 súlur, men tað er ikki endaligt talt upp enn. 59 fólk vóru við.

Seinastu árini hevur talið av súlum verið 450 - 600 sum eru tiknar.