Tøkk til Landsfelag pensjónista

17-05-2019 - 13:28 - Jóanis Nielsen

Her fyri kom lógaruppskot(153/2018) frá landsstýrinum í tingið. Uppskotið gekk út uppá at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Men tað løgna við hesum uppskoti var, at tað skuldi allíkavæl bera til at gera mismun í móti einum ávísum samfelagsbólki , nevliga pensjónistunum.

Tí í viðmerkingunum til gr 3 stk 4 í uppskotinum verður beinleiðis sagt: “ Hendan ásetingin er sett í lógina fyri at gera tað greitt, at tað ber til at gera mismun vegna aldur t.d.,tá ið persónur hevur nátt pensjónsaldur..”

Hetta átak frá landsstýrsins síðu kløkkaði uttan iva mangan pensjónistin og avvarðandi teirra.

Landsfelag pensjónistana gjørdi vart við seg og mótmælti hesi ætlan landsstýrsins og í yvirýsing greitt vístu á, at tað ikki skal vera aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal gevast á arbeiðsmarknaðinum ella ikki.

Fyri hetta eigur Landsfelag pensjónista tøkk uppiborna!

Tordur J. Niclasen