Mynd: Birita Mortensen

TM og HH hava á fyrsta sinni eina konsert saman

Mentan24-02-2017 - 17:38 - Jóanis Nielsen

Leygardagin 25. februar fara Tórshavnar Manskór og Havnar Hornorkestur á fyrsta sinni at hava eina konsert saman. Hetta verður í Læraraskúlahøllini kl. 16.

Tórshavnar Manskór varðstovnað av Bjarna Restorff og Kára av Reyni í 1986 og hevur tí 31 áá baki í ár. Kóriðer viðtíðini bliviðeitt rættiliga stórt kór, sum hevur nógvar framførslur á hvørjum ári. Til hesa konsertina verður kórið undir leiðslu av Bjarna Restorff og Kára Bæk.

Havnar Hornorkestur er, við sínum 114 árum av elstu tónleikaligu feløgunum í landinum, ein sera aktivur felagskapur og eins og Tórshavnar Manskór, setir sín dám á mangt og hvat. Orkestrið hevur í langa tíð verið stjórna av Ova Olsen, sum tó í summar legði frá sær. Nýggjur dirigentur í Havnar Hornorkestri er Tróndur Herason Olsen.

Til konsertina leygardagin framføra kórið og orkestrið bæði hvør sær og saman og tónleikurin, ið spældur verður er bæði til gaman og álvara. Konsertin verður góðan tíma til longdar og tað er ókeypis atgongd.