Myndin er tikin á Oyrargjógv í morgun.

Tjøldruni eru komin

mentan07-03-2021 - 09:59 - Jóanis Nielsen

Tjaldur ver vælkomið til okkum heim,

frá ókendum, fjarskotnum londum!
Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,
at nú er brátt summar í hondum.

Ein dag mín sál var so vetrarstird,
eg gekk mær móti havinum vestur;
eg hoyrdi títt "klipp", tað vælkenda ljóð,
tú kærkomni summargestur.

Kemur tú tjaldur, ár eftir ár,
tú boðar um ljósar tíðir,
so kennast tað skal um landið alt,
nú tekur at sumra umsíðir.

Sólina lat skína um dalar og fjøll,
lat grønkast heiðar og líðir!
Øll leingjast eftir vársins lívgandi sól
í vón um sælari tíðir.

Jákup Dahl, 1907