Tjóðveldi og fiskivinnupolitikkur

Politikkur24-11-2017 - 16:19 - Jóanis Albert Nielsen

Tað er sjón fyri søgn. Tjóðveldi hevur ikki førleikar ella politiskt handalag at sita í stjórn.
Nú sær eisini út til, at panikkur er komin í Tjóðveldi. Fyri at krógva útyvir, at onki er komið burturúr, byrja tey at slongja um seg við ósannindum.
Í greinum og útsøgnum í almennu og sosialu miðlunum postulera tey, at “Høgni Hoydal hevur vunnið okkum størri uppisjóvarkvotur enn nakar annar landsstýrismaður ï fiskivinnumálum nakrantíð”.
Hettar erbeinleiðis ósatt. Høgni Hoydal hevur ongi rættindir vunnið okkum av uppisjóvarkvotum.
Okkara lutfallsligi partur av heildarkvotunum av makreli, sild og svartkjafti er tann parturin, sum vit løgdu til grund fyri okkara krøvum í síðstu samgongu.
Vit gjørdu avtalu um makrel, har vit vunnu Føroyum munandi størri rættindir, 12,6 % av heildarkvotuni. Tey 12,6% geva eitt ávíst tonsatal til Føroyar, alt eftir hvussu stór heildarkvotan er. At føroyska kvotan av makreli minkar næsta ár, er ikki tí at Høgni Hoydal hevur mist nøkur rættindir burtur, men tí at heildarkvotan minkar.
Vit fóru úr sildaavtaluni og kravdu munandi størri part til Føroyar. Tað er tann parturin, tað prosenttalið, sum liggur til grund fyri føroysku sildakvotuni. Høgni Hoydal hevur bert fylgt tí, sum vit løgdu til grund fyri okkara kravi.
Tað sama er galdandi fyri svartkjaft. Tá ES segði svartkjaftaavtaluna upp, blivu Føroyar og ES samd um, hvussu stóran part av heildarkvotuni partarnir, ES og Føroyar, hvør í sínum lagi, skuldu hava. Tað er hesin parturin, prosenttalið, sum verður lagt til grund, tá føroyska kvotan verður ásett.
Vit megnaðu at flyta Føroyar upp á eitt heilt annað støðið, hvat pelagiskum fiski viðvíkur.
Vit gjørdu avtalu um makrelin. Tað søguna kenna tey flestu. Men vit náddu ikki at gera avtalu um sildina og svartkjaftin.
Síðan vit løgdu frá okkun er onki hent. Høgni Hoydal hevur ikki flutt eitt komma og fylgir tí ætlan, sum vit løgdu, tíbetur.

Jacob Vestergaard.