Tjóðveldi hevur triðja uppstillingarfund

Politikkur11-05-2019 - 18:54 - Jóanis Albert Nielsen

Mánakvøldið 13. mai kl 19 hevur Vága Tjóðveldisfelag triðja og seinasta uppstillingarfund til komandi løgtingsval. Fundurin verður í Húsmøðrafelagshúsinum í Sørvági. Umframt lokala løgtingsumboðið, Ingolf S. Olsen, verður Høgni Hoydal, floksformaður, við á fundinum.

Øll tjóðveldisáhugað er vælkomin.

Vága Tjóðveldisfelag