Tjóðbankin mistekur seg, tí Hagstovan mistekur seg

19-11-2018 - 15:23 - Jóanis Albert Nielsen

Í áhugaverdari greining av føroyska búskapinum vísir danski tjóðbankin á, at almenni føroyski búskapurin er fíggjarliga óhaldførur. Víst verður til útrokning hjá Búskaparráðnum frá 2015, har framrokningar vístu, at skatturin má økjast svarandi til 5% av BTÚ fyri at fáa ein haldføran búskap.
Útrokningarnar hjá Búskaparráðnum, sum m.a. byggja á fólkatalsframskrivingar hjá Hagstovuni, blivu lagdar fram á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í mai 2015. Á ráðstevnuni setti eg spurnartekin við framskrivingarnar av fráflytingini, sum eftir mínum tykki vóru alt ov daprar. Eitt sindur popput sagt, roknar Hagstovan við, at Føroyar javnan fer at endurtaka bankakreppuna, ið vit upplivdu fyrst í 1990unum, har vit mistu 5000 av vaksna íbúgvaratalinum upp á fá ár.
Í framskriviningini í 2015 brúkar Hagstovan tann sonevnda stokastiska framskrivingarháttin grundað á tølini fyri 1985-2012. Í tí tíðarskeiðnum høvdu vit eina nettofráflyting á í miðal 200 fólk um árið. Hetta verður tí brúkt til at framskrivað fólkatalið og samansetingina komandi 30-40 árini. Til samanberingar kann nevnast, at Danmarks Statistik brúkar eina deterministiska framskriving, har tey brúka seinastu trý árini sum grundarlag at meta um til/fráflyting í einstøku kommununum. Síðstu trý árini hava vit havt eina miðal árliga tilflyting á 389. Tað er heilt greitt, at haldførisavbjóðing okkara er ein heilt onnur, um hendan fortreyt verður broytt.
Vit gerast eldri og viðgerðirnar betrast og dýrkast støðugt, tí hava vit óiva eina haldførisavbjóðing í almenna búskapinum, um vit ikki tillaga samfelagið til nýggju fortreytirnar. Men vit mugu grundað inntriv og nýskipanir á vælundirbygdar framskrivingar. Tað gera vit ikki í løtuni. Úlvurin kemur, men hann kemur ikki so skjótt og so ágangandi, sum Búskaparráðið, Hagstovan og nú eisini danski tjóðbankin vilja vera við.
Hagstovan átti í staðin at gjørt eina framskriving av fólkatalinum og samansetingini grundað á tilflytingina seinnu árini saman við nøkrum simuleringum av gongdini, um vit í staðin uppliva eina fráflyting ella enn størri tilflyting.
(Í frágreðingini hjá Búskaparráðnum á vári 2017 er framskrivingin frá 2015 blivin dagførd, men hetta er framvegis grundað á stokastisku framskrivingina hjá Hagstovuni, har gongdin seinnu árini einans vigar ein brøkpart.)

Johnny í Grótinum