Her liggur Thor við bryggju í Havn.

Tjaldrið sleipar garnaskipið Thor til lands

vinna08-10-2019 - 12:08 - Jóanis Nielsen

 Garnaskipið Thor fekk í gjár um skrúvuna, teir vóru tá staddir í ein útnyðring úr Føroyum.

MRCC fekk boðini um 15-tíðina í gjar, teir sendu beinanvegin Tjaldrið til hjálpar, Thor var staddur miðskeiðis millum Føroyar og íslendska markið, veðrið var vánaligt á leiðini, men nú er veðrið batnað.

Tjaldrið hevur fingið fast umborð á Thor og sleipar nú skipið til lands.