Savnsmynd: Reidar Simonsen/jn.fo

Tjaldrið sleipaði ein bát inn seinnapartin

07-03-2021 - 20:55 - Jóanis Albert Nielsen

Um trý tíðina seinnapartin í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið motortrupuleikar vestur úr Sandoynni.

Boð blivu send eftir Tjaldrinum, sum sleipaði útróðrarbátin til Sands.

Trý onnur sleip eru gjørd vestur úr Sandoynni hesa vikuna.

Týsdagin sleipaði Sverri ein bát til Miðvágs.

Hósdagin byrjaði Sverri at sleipað ein bát til Sands.

Í gjár sleipaði Sverri ein bát til Miðvágs.