Tit fáa bert valdið til láns

Politikkur30-12-2016 - 23:04 - Jóanis Albert Nielsen

- Tað skal – eins og kommunan – latast eftirkomarum tykkara í eins góðum ella betri standi, enn tit nú fáa tað í, segði Heðin Mortensen, fráfarandi borgarstjóri, í røðu á býráðsfundi í kvøld. Røðan var soljóðandi:


Góðu býráðslimir,

Fyrst fari eg at ynskja tykkum øllum til lukku við valinum.

Tykkum sum vórðu afturvald og við tí fingu møguleikan til at virka enn eitt býráðsskeið í fólksins tænastu.

Og tykkum nývaldu, sum fyrst tóku tað stóra stigið at stilla upp, og nú hava fingið fólksins álit at taka bæði stórar og smáar avgerðir – sum tó allar, sum allar oftast, gera mun í lívinum hjá nógvum borgarum.

Eg fari eisini at nýta hetta høvið til at takka tykkum mongu, sum eg havi havt gleðina av at arbeiða saman við í politikki hesi 12 árini, sum mær untist at røkja embætið sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. – Eisini tykkum, ið hava valt ikki at stilla upp aftur ella ikki vórðu afturvald.

Eisini vil eg takka tykkum mongu, sum eg so ella so havi havt spenningin, avbjóðingina og gleðina við at stríðast við og ímóti hetta langa tíðarskeið, ella partar av tí. Vit kunnu vera ósamd um mangt, bæði um stórt og smátt, bæði um innihald og mannagongdir; men vit mugu alla tíðina royna at minna okkum sjálvi á, at vit – tá samanum kemur – hava tvinni grundleggjandi viðurskifti í felag. Tað eru tær báðar orsøkirnar til, at vit hava sæti her í býráðnum:

• Vit eru her, tí at vit vilja gera viðurskiftini betri fyri sum flest av okkara borgarum.

• Og vit eru her, tí at fólkið hevur kosið okkum til hesa uppgávuna.


Eg fari eisini at nýta hetta høvið til at takka tykkum mongu – tykkum 2.506, sum valdu at geva mær tað stóra álit at atkvøða fyri mær á býráðsvalinum. Hóast tað mikla álitið, sum tit vístu mær og Javnaðarflokkinum aftur hesaferð – vit fingu ikki færri enn 4.764 atkvøður – so gekk ikki, sum vit høvdu væntað og vónað, ella sum úrslitið av valinum so greitt bendi á, at fólkið ynskti.

Hví tað gekk sum tað gekk, tað hava vit hoyrt fleiri frágreiðingar um.

Politikkur er eitt innviklað spæl, har nógv ymisk fólk gera nógv ymisk ting í senn, og tí eru helst eisini fleiri ymsar frágreiðingar um, og nógvar orsøkir til, at støðan bleiv, sum hon bleiv at enda.

Men áðrenn eg sigi meira um tað, skal eg nýta høvið at ynskja tykkum, sum nú fara at taka við evsta valdinum í Tórshavnar kommunu, til lukku.

Eg – og vit, sum nú eitt skifti ikki fáa høvið at vera við í allar fremstu røð í Tórshavnar kommunu, vit eru errin av, at vit lata frá okkum evstu ábyrgdina av eini so væl útbygdari og samstundis fíggjarliga so væl grundfestari kommunu.

Men tað dýrabærasta av øllum virðum, sum vit lata frá okkum, er tó tað sum vit í felag hava bygt upp hesi árini - tað er álit:

Fólk líta á Tórshavnar kommunu. Fólk vita, at tey kunnu krevja nógv av Tórshavnar kommunu, og tey ivast ikki í, at Tórshavnar kommuna er til dystin fús, og altíð er til reiðar at taka tøk. At Tórshavnar kommuna fer at bróta uppúr nýggjum, og bera kyndilin enn longur fram.

Hetta, og so trivnaður.

Slík viðurskifti kunnu vit ikki bóka í roknskapin ella seta beinleiðis á nakran avrikslista. Men tað er við áliti og trivnaði sum við kærleika: Samstundis sum tað ber so ómetaliga nógv og røkkur so óendaliga langt, so er tað so viðbrekið. Tað krevur, at vit fara við tí í trúskapi og í eyðmýkt.

Eg veit, at tit hava evnini. So eg vóni, at tit eisini hava hugburðin sum skal til, fyri at verja og lívga um hesar dýrgripirnar.
So: takið væl við tí, og farið um tað við virðing, ídni og kærleika; nú tað er tykkara tørn at bera álitið, sum fólkið hevur givið okkum øllum í felag, víðari.

Hóast eg ærliga skal viðganga, at tað svíður at verða noyddur at víkja sæti, so havi eg havt høvi til at arbeiða bæði saman við, og upp móti teimum flestu av tykkum. Eg kenni tykkum fyrst og fremst sum góð, skilagóð fólk, ið – eins og vit – vilja Tórshavnar kommunu og Føroya landi alt tað allarbesta. Tí eri eg hampiliga tryggur við at lata tykkum lyklarnar. Tað fer valla at lukkast at fáa tað at ganga reiðiliga av skriðuni til, áðrenn vit fáa tikið um endan aftur ☺

- Men aftur til hetta við, at vit í kvøld standa á gáttini til eitt valdsskifti í Tórshavnar kommunu: Tað var ein baldrut og knortlut tilgongd, tann telvingin, sum leiddi okkum fram til hetta valdsskiftið. Vit eru mong, sum høvdu viljað tað øðrvísi – sum halda at tað av røttum átti at verið øðrvísi. – Men hetta er úrslitið av telvingini, og ongin regla er, sum er brotin, og ongin mannagongd er, sum ikki er fylgd. Tí er tað heldur ikki formliga skeivt, at kyndilin nú kemur á aðrar hendur, um enn tað smakkar mær illa.

Men søgurnar um samansvørjingar, lygnir og lyftisbrot eru mangar, og tær ljótu søgurnar eru altíð seiglívaðar.

Eg havi verið við í mong ár, og við í mongum leiki, so eg veit so væl sum nakar, at hetta er ikki fyrstu ferð, at fleiri samgonguavtalur eru gjørdar, ella at orð ikki verða hildin – og við hetta lag kunnu vit stúra fyri, at tað verður heldur ikki seinastu ferð.

Men tað nýtist ikki at vera so – tað átti avgjørt ikki at verið soleiðis.

Eg eri sannførdur um, at vit skylda ikki bara Tórshavnar kommunu ella øllum hinum kommununum i Føroyum – men so sanniliga eisini fólkaræðinum og tí stóra áliti, sum fólk her á landi hava á fólkaræðiligu skipanina – at vit gera reglurnar nógv betri, so at vit øll verða spard fyri slíkar leikir, sum eru okkum politikarum til lítlan sóma, og sum í longdini kunnu vera ein hóttan móti fólkaræðinum.

Hetta er ikki – sum tað so ofta verður gjørt til – ein spurningur um eitt nú Heðinar, Annikur, ella aðrar persónar. – Ella ið hvussu so er, so er tað tann minsti parturin.

Hetta er fyrst og fremst spurningurin um, hvussu vit tryggja og byggja álit um valdsskiftið í kommununi. Kommunan, sum á so mangan hátt er grundeindin í fólkaræðinum.
Hvussu kunnu vit fólkavaldu á tryggan og álitisskapandi hátt býta og skipa hetta valdið, sum borgararnir við vónum og áliti hava litið okkum upp í hendur?

Eg haldi, at vit, sum hava livað styttri og longri partar av lívi okkara í kommunupolitikki, og sum tí hava serligt innlit í, hvussu skipanin virkar, og hvussu ómetaliga týdningarmikil kommunan er í livandi fólkaræðinum; vit skylda kommununi, skipanini og landinum, at vit taka okkum saman og semjast um at gera eina fasta mannagongd um, hvussu vit kunnu skipa býráðssamgongur eftir kommunuval. Ikki sum nú, men á ein opnan, tryggan, gjøgnumskygdan og virðiligan hátt.


Tá eg í 1973 á fyrsta sinni tók sæti í býráðnum, stóð tað á ongan hátt í kortunum, at eg skuldi gerast tann, sum hevur sitið longst í býráðnum. At eg gott ein mansaldur seinni skuldi vera tann, sum fekk flestar persónligar atkvøður á býráðsvali, ella at eg av álvara skuldi fara uppí politikk yvirhøvur.

Tað var bara tað, at vit vóru fleiri, sum vóru samd um, at viðurskiftini hjá Havnar Róðrarfelag vóru alt ov vánalig, og tað vildi eg gera nakað við. Hetta haldi eg vísir okkum, hvussu grundleggjandi okkara fólkaræði er – at tað at koma í fremstu røð í kommunupolitikki, ongantíð má vera nakað, sum bara er fyri tey serliga skúlaðu ella serliga útvaldu. Tað er ringt at vita frammanundan, hvør fer at yvirliva í politikki, og tað er eisini ringt at vita, um hetta at vera virkin í politikki er nakað fyri teg, fyrr enn tú hevur roynt tað.

Tí fari eg at heita á øll ung, virkin fólk, um at hugsa seg um, um tey ikki hava hug at royna seg í fremstu røð í politikki. Roynið at halda tykkum framat, um tit brenna fyri onkrum. Tað vendist altíð aftur. – Í teoriini, ið hvussu so er, tí vandin kann vera, at tit eins og eg fara at dáma tað so væl, at politikkur broytir tykkum lívsleiðina.

Kenslan av at gera mun, og kenslan av at uppliva at gera umstøðurnar betri fyri so mong, er tað sum fyrst og fremst heldur huginum uppi. Og tað er eitt privilegium at sleppa at virka saman við so nógvum góðum, spennandi og inspirerandi fólk, bæði í politikki og i fyrisitingini – fólk, sum brenna eftir at gera sítt allarbesta, og sum velja nógvar aðrar góðar og virðismiklar partar av lívinum frá av júst hesi orsøk.

Tað tekur nøkur ár í politikki, áðrenn tú veruliga lærir at virðismeta tann týdning, sum ein góð, fakliga sterk fyrisiting hevur fyri møguleikan veruliga at føra politikk, og fyri at halda á og gjøgnumføra politikk.

Tað er rørandi at uppliva, hvussu nógv tey mangan leggja fyri, og hvussu nógv meira tey arbeiða, enn løn og sáttmáli kunnu gera krav uppá. Tað er meira enn gull vert. Embætisfólkini hava ikki politiskar dagsskráir, men tey hava sína fakligheit, sín eldhuga og sítt nærlagni, og tey leggja mangan nógv fyri at tryggja, at mál verða borin ígjøgnum á rættan hátt.

Vit eru í teirri hepnu støðu, at vit hava ómetaliga nógv slík embætisfólk í Tórshavnar kommunu. Tað er minni enn so, at tey altíð strúka tær við hárunum, ella gera ella skriva akkurát tað tilmælið, ið tú sum politikari kundi ynskt tær. Men eg vóni, at tit fara at duga at virðismeta hetta. Og at tit fara at duga at síggja, at tað serliga er, tá tey siga og skriva tað, sum tú ikki ynskir, at tey tæna tær allarbest. Tí tá taka tey veruliga tøk fyri at tryggja bæði teg sum politikara og skipanina, sum tey eru sett at tæna.

Eg vil takka embætisfólkunum – og øllum starvsfólkunum - í Tórshavnar kommunu fyri tað avbera góða arbeiða tey gera hvønn einasta dag. Hetta arbeiði er tað, sum ger Tórshavnar kommunu til tað, sum hon er. Og hetta arbeiðið er tað, sum ger, at visjónir og ætlanir hjá okkum politikarum kunnu gerast verulig á ein góðan og tryggan hátt.

Takk fyri gott samstarv, og mangar fakliga góðar og hugnaligar løtur saman.


Tað ber saktans til at velja at síggja Føroyar, allar sum tær eru, sum ein doyggjandi útjaðara. Serliga um tú ikki hyggur so nágreiniliga eftir. Men við miðvísum arbeiði, og við hjálp og íkøstum frá nógvum góðum kreftum, hava vit megnað at gera Tórshavn um til at vera miðstaðurin í útjaðaranum – og meira enn tað.

Vit hava í felag klárað at lyfta Tórshavn upp til at vera ein veruligur miðstaður, sum hevur fjølbroytt tilboð til ein fjølbroyttan skara av borgarum. Ein miðstaður, sum bjóðar útisetunum heimaftur, og sum er eitt trygt, mennandi og avbjóðandi alternativ hjá so nógvum av landsins synum og døtrum, sum hava nomið sær kunnleika í fremstu røð, allastaðni kring heimin. Hetta hava vit fyrst og fremst gjørt við at gera okkum uppiborin til álit og við at skapa trivnað og trúgv uppá, at her ber til hjá allari familjuni at hava eitt gott og virkið lív.


Vit, sum bjóða okkum fram í politikki og verða vald, vit vita, at tað vald vit fáa, bert er til láns. Men tað er kortini altíð ringt at finna røttu løtuna at fara. Eg skal erliga viðganga, at eg hugsaði nógv um, um eg ikki átti at latið vera við at stilla upp aftur hesaferð. Tað er altíð best at gevast, meðan tú ert á toppinum, sigst.

Men tað er ikki so einfalt sum tað – ið hvussu so er ikki í politikki. Tað er ringt at fara frá nøkrum, sum tú ert komin so væl inn í, og sum samanumtikið hevur gingið so væl.

Sum sagt, so er tað so gott og gevandi at kunna kenna, at ein veruliga ger mun. Og tá ein hevur roynt tað, so kennist tað so skjótt sum ein skylda at royna at gera allan tann mun, sum ein kann. Og tann kenslan varð so styrkt av, at tað vóru so sera nógv, bæði í Javnaðarflokkinum, og fólk sum eg aldrin havi kent til at vera javnaðarfólk, sum heittu á meg um at taka eitt tørn aftrat í býráðspolitikki. Slíkar áheitanir gera annað og meira enn at smikra og fløva. Tær gera eisini, at ein kennir eina veruliga ábyrgd, eina skyldu at royna einaferð aftrat. Fyri býin, fyri flokkin og fyri landið.

“Naa du har gjort det bedste du kan, saa er du ret undskyldet”, kvøða vit í brúðarvísuni. Tá vit veruliga hava gjørt tað, man vera best at lata onkran annan royna seg. Men meðan vit stríðast – meðan vit liva – kann tað ofta vera ringt at vita, nær tað er.

Formliga velur býráðið borgarstjóran – fólkið velur hann ikki beinleiðis. Men ein borgarstjóri er bara borgarstjórin hjá fólkinum, um hann ger seg uppibornan til tess.

Tað er tí av allar størsta týdningi – um ein altso vil vera fólksins borgarstjóri – at vera har sum fólkið er. Ikki bara millum klokkan 8 og 16, men altíð. At vísa fólki – hvørjum einasta borgara – virðing. Og í verki vísa, at tú ert partur av teirra lívi, at tú kennir teirra støðu; og at føla við teimum, bæði tá tað gongur við og ímóti.

Við hesi áminning fari eg at takka fyri mína tíð sum borgarstjóri, og fyri hesi 12 sera góðu árini í lívi mínum – har mær so sjónliga untist at vera við til at gera mun hjá so nógvum fólki. Tað er eingin sjálvfylgja at fáa ein slíkan møguleika, og tí er skyldan at fara væl um hann uppaftur størri.

Áðrenn eg endi, fari eg at nýta hetta høvið til eina tøkk afturat – og tað er tann størsta tøkkin av teimum øllum.

Eg vil takka konu míni Hjørdis fyri ótroyttiliga altíð at standa við mína lið. Sálamon kongur sigur í Orðtøkunum, at ein dugandi kona er meira verd enn perlur. Hesum kann eg av fullum hjarta taka undir við og leggja afturat, at uttan hennara stuðul hevði ikki borið til hjá mær at brúkt so stóran part av lívi mínum í politikki, og uttan hennara mangan klóku ráð hevði eg ikki hildið so leingi í politikki.

Eisini skal eg takka børnum, abbabørnum og familjuni annars fyri altíð at bakka meg upp í øllum eg havi fingist við. Uttan tykkara stuðul og trúskap hevði ikki verið lætt.

Familjan hevur mangan skullað tolt bæði ágang og truplar løtur, men afturfyri hava vit eisini fingið nógvar glaðar, gevandi og læruríkar løtur - og upplivingar, ið vit annars bert kundu droymt um at fingið.

Eg ynski tykkum, sum nú taka við evsta valdinum í Tórshavnar kommunu, til lukku, bestu eydnu, heppið handalag og trygga hond við teirri stóru uppgávu, tit nú hava tikið á tykkum. Tí sum við so mongum týðandi viðurskiftum her í lívinum, so byrjar tað stóra arbeiðið og tann stóra ábyrgdin – har sum tað bæði kann ganga ræðuliga illa og ómetaliga væl – aftaná, at tú hevur notið at fáa tín vilja.

Og minnist til, at hetta valdið tit fáa er bert til láns. Tað skal – eins og kommunan – latast eftirkomarum tykkara í eins góðum ella betri standi, enn tit nú fáa tað í.