Tingfundurin slitin uttan at nýggjur fundur varð ásettur

politikkur05-07-2017 - 10:27 - Jóanis Nielsen

 Fiskivinnuuppskotið kom ikki til viðgerðar á fundinum í morgun, tí eftir at tvey tey fyrstu tingmálini, av íalt 9 tingmálum, vórðu avgreidd, boðaði tingformaðurin frá, at hini málini vórðu tikin av skrá og endaði tingfundin, hann segði einki um nær næsti tingfundur verður.

Dagsskráin:


Mikudagur, 5. July 2017, kl. 10:00

 

1.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 138/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Lønarískoyti til tillagað starv)

2.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 139/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um málráð (føroyskt teknmál)

3.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 142/2016: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

4.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 140/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi efir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017 (Revsiheimild fyri brot á sáttmála)

5.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 132/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi (Økt játtan)

6.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 133/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2017

7.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 136/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn (Útlegg, undirvísingaramboð og flagtekja)

8.    2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 137/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Strika skattaafturbering til bare-boat leigað skip uttan fyri FAS)

9.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 144/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um húsarhaldsskúlar (Undirvísingartilfar og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum og aldursmark)

10.    Framløga