Tingformaðurin hótti við at tveita tingfólk úr tingsalinum

Politikkur20-04-2018 - 22:54 - Jóanis Albert Nielsen
Løgtingslimir eru enn í tingsalinum til arbeiðis, men tá ið atkvøtt var um eitt mál hjá Kára P. Højgaard, fekk tingformaðurin ikki talt hvussu nógv fólk vóru í tingsalinum, tí tey gingu runt meðan atkvøtt var.

Hann hótti við at hann kundi tveita fólk úr tingsalinum.