Tímalønt eiga at fáa endurgjald fyri mista inntøku

politikkur12-03-2020 - 13:44 - Jóanis Nielsen

Nú landsstýrið hevur boðað frá, at barnagarðar og skúlar skulu lata aftur, og heitt verður á fólk um ikki at koma saman í størri fólkamongdum, eru tað fleiri, sum noyðast at fara heim úr arbeiði. Fleiri hava møguleika at arbeiða heimanífrá og fleiri mánaðarlønt eru væl vard av sáttmálum, men vit hava eisini fleiri tímalønt í hesum landinum, sum noyðast heim við ongari løn.

Heilsan hjá fólki skal sjálvsagt koma í fyrstu røð, og tí er tað púra rætt at heita á fólk um at fara til hús. Men tað verður ein stórur fíggjarligur smeitur fyri fleiri tímalønt í okkara landi, sum noyðast at fara heim nú við ongari løn. Javnaðarflokkurin heitir tí á landsstýrismannin við arbeiðsmarknaðarmálum um at taka málið upp við Arbeiðsloysisskipanina, um møguleiki er fyri at rinda starvsfólkunum endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í hesi serstøðu, sum vit eru í í løtuni.

Javnaðarflokkurin