Til reiðar: Ársins skrá er her

Mentan04-07-2018 - 18:40 - Jóanis Albert Nielsen

Tað er ein sonn frøi loksins at kunna almannakunngera ársins skrá, sum er pakkað av góðum til oyrini, men eisini eygu, heila, hjarta, búk og flennivøddar. Les um nøkur av hæddarpunktunum her

Longu mikukvøldið um júst eina viku verður ársins G! festivalur skotin í gongd av ongum minni enn Rag'n'Bone Man. Við altjóða hittum sum Human og Skin byrja fýra dagar av tónleiki, góðum mati, látri, práti, framførslum og framsýningum, sum serstøka Syðrugøta í høvuðsheitum verður karmur um.

Í ár strekkir G! seg tó heilt til bókmentatalks í Norðragøtu og skúlagisting í Leirvík, og júst sum G! reint geografiskt spennir seg út, so verður tað hvat viðvíkjur skránni eisini vítt til veggja. Í Fjósinum leygardagin kanst tú millum annað uppliva podcastin Amatøroyar live og hósdagin verður #metoo readings í Fjósinum.

Ársins skrá verður sum vant býtt upp í teigar. Ymsu teigirnir eita í ár:Sandurin, sum er karmur um tær størstu konsertirnar, Spæliplássið, sum er karmur um tær meir intimu konsertirnar;Fjósið, sum verður karmur um eina breiða veiftru av mentanarligum tiltøkum;Grundin, sum fríggjakvøld og leygarkvøld verður umskapað til ein elektropall við føroyskum so væl sum altjóða DJs og at enda eitur seinasti teigurin;Annað, og fevnir millum annað um Hoyma við Teiti og Marius Ziska, diskosuppu, barnatiltak, fólkafund, føroyskum dansi og aftankvirru.

Tak skránna niðurher!