Tíggju granskarar fáa tilsamans sjey milliónir

mentan29-05-2020 - 18:56 - Jóanis Nielsen

Granskiing.fo skrivar:

Granskingarnevndin hevur á fundi 25. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Tilsamans eru játtaðar 7 mió. kr. til verkætlanir á økjunum hugvísindi, samfelagsvísindi, náttúruvísindi & tøkni og heilsuvísindi.

24 umsóknir vóru um stuðul, og søkt varð um í alt góðar 23 mill. kr.

Stuðul er játtaður til 4 ph.d.-verkætlanir og 6 aðrar verkætlanir. 2 kvinnur og 8 menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og hjá feløgum í Føroyum og uttanlands. Flestu granskararnir eru knýttir at Fróðskaparsetrinum.

Les meira á:

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/tiggju-granskarar-faa-tilsamans-sjey-millionir/