Tíðindskriv frá LÍV - Javnseting av kynunum

politikkur29-05-2020 - 17:33 - Jóanis Nielsen

 Tíðindaskriv frá LÍV Samtakinum mai 2020 

Javnseting av kynunum 

LÍV hevur tikið avgerð um, at kvinnur og menn skulu javnsetast í øllum teimum veitingum og tryggingum, sum felagið bjóðar

 LÍV bjóðar eina røð av tryggingum. Fyri flest allar tryggingar er í dag ongin munur á kynum. Í ávísum førum verður tó gjørdur munur á kvinnum og monnum. Fyri at javnseta kynini, hevur LÍV tikið avgerð um at fara undir eina tilgongd, soleiðis at ongin munur verður á kynunum hvat viðvíkur kostnaði, ella teimum veitingum, sum felagið í dag veitir sínum kundum. Hetta hevur millum annað við sær, at lívrenturnar verða roknaðar eftir somu fortreytum fyri kvinnur og menn. Tilgongdin er farin fram í tøttum samstarvi og semju við eigarar og samstarvspartnarar. 

Tað fer at krevja broytingar í skipanunum hjá felagnum og nú verður farið undir at fyrireika broytingarnar. 

“Vit halda, at ein natúrligur partur av virkseminum hjá LÍV er at fylgja gongdini og ásetingunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí fara vit undir eina tilgongd sum hesa, ið fer at javnseta kynini”, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV. 

Nýggja pensjónslóggávan, sum ásetir krøv um lívrentu, hevur ikki nógv ár á baki, tískil verða tær lívrentur, sum komandi tíðina verða útgoldnar, ikki ávirkaðar av hesi avgerð, tí verandi lóggáva hevur eitt minstamark fyri nær lívrentur eru eitt krav. 

Ongin lógarbroyting er, sum tryggjar, at tað ikki verður gjørt mun á kynunum. Tó hevur LÍV tikið ta avgerð, at kvinnur og menn frameftir verða stillaði líka í øllum teimum tryggingum, sum felagið bjóðar. Í summum førum er hetta til fyrimuns fyri kvinnur og í øðrum førum til fyrimuns fyri menn