Tíðindi úr Hvalba

vinna15-03-2017 - 10:20 - Jóanis Nielsen

 Sjagaklettur, sum hevur roynt eftir svartkalva - mest norðanfyri, hevur landað 75 tons á Tvøroyri, teir vóru úti í 4 vikur.

Neils Pauli og Steintór komu inn undan óveðrinum og landaðu í gjár, teir høvdu bara fiskað í 2 dagar, teir biða nú eftir betri líkindum.

Hamranes og Breiðanes eru úti - í gjár lógu teir bakk, teir eru staddir vestanfyri.