Tilvildarlig mynd.

Tíðindaskriv viðvíkjandi festinum í Oyndarfirði

mentan26-05-2020 - 11:35 - Jóanis Nielsen

Søgan um festið í Oyndarfirði

Mánakvøldið í síðstu viku var eitt innslag í Degi og Viku um eitt festi í Oyndarfirði. Í innslagnum vóru myndir av deyðseyði og sjúkum seyði, og boðskapurin í innslagnum var, at her var talan um órøkt og djórapínslu.

Tað er ongantíð stuttligt at verða úthongdur í fjølmiðlunum, og tí geri eg nú eina roynd at greiða frá søguni um festið:

Í mai 2019 kom eg í samband við Búnaðargrunnin, um at yvirtaka festið, tí táverandi festari skuldi av við tað. Eg hevði tá havt eitt annað festi í Oyndarfirði í 7 ár, og tað var í allar mátar væl rikið.

Í pappírunum frá Búnaðargrunninum stóð, at sambært fráfarandi festara hoyrdu 300 seyðir til festið. Seinni hevur tað víst seg, at talið av livandi seyði í haganum rakk ikki uppum 200. Við festinum fylgdu eitt fjós og eitt seyðahús, sum vóru í sera ringum standi, og eisini fylgdi nógv skuld við festinum.

Eg yvirtók festið í juli (fekk festibrævið í september), og fyrstu ferð vit vóru á fjalli var í heyst. Seyðurin var sera ringur at reka, so hóast vit vóru fleiri ferðir á fjalli, so gekk nógvur seyður eftir í haganum. Seyðurin leyp á bæði menn og hundar, og fleiri ær høvdu nógvar pesjur og høvdu helst ikki verið í rætt í fleiri ár.

Vit máttu klippa pesjur av næstan øllum ærnum í heyst, áðrenn tær kundu sleppast út aftur. Tann eina ærin sum eg drap hevði 4 pesjur og var ómarkað. Hon hevði helst ongantíð verið í rætt.

Hvussu nógvur seyður gongur í haganum er ógjørligt at siga, men higartil hava nakað omanfyri 150 ær fingið spjaldur. Restina havi eg ikki fingið fatur á, tí tær eru so stiggar. Talið á teimum sum koma at fáa sær at eta er ikki hægri enn 70.

Fyrsta lambið í ár (á bønum) kom longu 2. apríl, sjálvt um brundseyðirnir ikki fóru út fyrr enn 23. november. Hetta vísir, at millum tað sum gekk úti var okkurt veðurlamb.

Allar ærnar sum komu í rætt í heyst fingu heilivágin Combinex, Crovect og Noromectin. Sleppingarlombini fingu Covexin og Gudair. Í vár fingu ærnar Covexin og Noromectin. Nakrar ær, sum ikki høvdu verið í rætt í heyst fingu eisini Crovect. Óneyðugt er at siga, at tær sum ikki komu í rætt fingu einki.

Síðani á nýggjárinum havi eg keypt fóður fyri umleið 30.000 krónur afturat tí, sum eg havi hoyggjað sjálvur. Hetta kann skjalfestast. Nakrar ær havi eg avlívað í ár, tí tær viknaður burtur í einki, hóast tær blivu væl fóðraðar.

Størsti partur av lombunum sum vit flettu í heyst vóru sera smá. 69% av lombunum vigaðu 23 pund og minni. Vilini á øllum seyðinum vóru full av bendilormi. Harafturat var nógv lús á seyðinum.

Allan seyðin undir tak

Ein trupulleiki er, at í tí eina haganum, sum hoyrir til festið, er einki hús til teir 140 seyðirnar, ið har ganga. Eg havi tí tosað við Búnaðargrunnin um, at eg ætli at taka allan seyðin inn um veturin. Í tí sambandi havi eg arbeitt við at fáa gjørt fjósið í stand. Eg bað tí Búnaðarstovuna um tekningar av fjósinum. Tann 13. mai sendi Búnaðarstovan tekningarnar, sum ein handverkari skal brúka, fyri at gera eina kontnaðarmeting av, at gera fjósið í brúkiligan stand til seyðahald. Eg fekk tekningarnar sama dag, sum innslagið var í Degi og Viku.

Spurningurin er so, hvat gerast skal við vargaseyðin, sum eg ikki fái fatur á, og sum eg tí hvørki fái fóðrað ella givið heilivág. Eftir fjallgonguna í heyst, tá eg hevði staðfest, hvussu støðan var, tók eg avgerð um at skaffa mær rifluloyvi. Eg havi eisini tikið vápnaskeiðið ið krevst. Men hetta dróg út, og tað ber ikki til at skjóta ær, tá ið lembingin nærkast. Tí má bíðast við hesum til í heyst.

Sæð í bakspeglinum, so kundi eg tikið deyðseyðin upp, sum lá í haganum og á bønum, tí tað sær ikki pent út, at seyður liggur soleiðis. Men grundin til at eg lat deyðseyðin liggja var, at nógvur ravnur er í Oyndarfirði, og eg havi sæð ravn leggjast á veikan seyð og nýlembd lomb. Tí helt eg tað vera betri at ravnurin slapp at eta deyðan seyð, heldur enn at seta á tann livandi.

Men onkur valdi at klaga um hetta. Klagað var ikki til Búnaðarstovuna ella politiið, men til Kringvarp Føroya. Tað var fjølmiðlasøgan sum var endamálið. Sjúka ærin á upptøkuni hevur ikki verið á bønum í langa tíð, so helst er hon eisini rikin oman úr haganum, til æru fyri myndamannin. Hon er nú avlívað.

Hetta var mín frágreiðing um søguna, sum vónandi gevur eina betri heildarmynd enn sjónvarpssøgan í síðstu viku. Viðurskiftini á festinum skulu nokk koma í rættlag, men tað tekur tíð.

Eg havi ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Hans Kristian A. Abrahamsen

bóndi