Tíðindaskriv um kvinnukvøldið 12. mars

mentan11-03-2017 - 17:18 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv - Kvinnukvøldið í Eydnuni á Oyrarbakka sunnudagin 12. mars

Aldur er bert eitt tal, men hvussu skapa kvinnur meining við tað at gerast eldri í dag. Og hvussu er tað at vaksa upp í Senegal, flyta til Føroyar og gerast ein partur av tí føroyska samfelagnum. M.a. hesi evnir eru á skránni á Kvinnukvøldinum í Eydnuni á Oyrabakka sunnudagin 12 mars.

Eins og undanfarin ár skipar Sunda Róðrarfelag fyri vælumtókta kvinnukvøldinum í Eydnuni á Oyrarbakka. Fyrilestrar, mótasýning, tónleika og sjónleikaframførslur, umframt okkurt gott til góman verður á skránni.

“Vit hava lagt okkum eftir at gera eina fjølbroytta skrá, sum er viðkomandi fyri ein breiðan málbólk av kvinnum í Føroyum, sigur Randi Larsen, sum er ein av fyriskiparunum. “Vit hava valt at hava tiltakið sunnudagin 12. mars, heldur enn 8. mars, fyri at gera tað lættari hjá kvinnum runt um í Føroyum at luttaka.”

Tveir fyrilestrar verða á skránni. Ása Róin adjunktur í sjúkrarøktafrøði, Ph.d. kemur at greiða frá hvussu kvinnur skapa meining við at gerast eldri í dag og hvussu hetta er tengt at sosialum, mentunarligum og søguligum viðurskiftum. - Seinni fyrilesturin nemur m.a. við integratión. – Rose Sarr Haltalin, kemur at greiða frá hvussu tað er at vaksa upp í Senegal, hvussu tað var at flyta til Føroyar og hvørjar avbjóðingar hon hevur møtt í tilgongdini at gerast partur av tí føroyska samfelagnum.

“Vit ynskja at skapa eitt gevandi og hugnaligt kvøld har tað er eitt sindur til allar sansir, sigur Randi Larsen.”

-Blómuhandilin Orkis kemur at sýna fram og umframt evnini, sum verða umrødd í fyrilestrunum, so verður mótaframsýning, har klæðir frá klædnasniðgevaranum elsabech og klædnahandlinum Brá verða sýnd fram. - elsabech fer at hava sølubás har høvi verður at síggja hennara nýggju kollektión.

Sjónleikarnir Gunnvá Zachariasen og Mariann Hansen koma at framføra og unga songkvinnan Silja Johannesen fer at syngja.

Okkurt gott verður til góman og møguleiki verður at smakka forkunnugu Múla Skinkuna.