Tíðindaskriv - Robert Plant við nýggjum bólki á G! 2020

mentan14-02-2020 - 12:05 - Jóanis Nielsen

 G! TÍÐINDASKRIV 

ROBERT PLANT VIÐ BÓLKINUM SAVING GRACE Á G! 2020 

Tað er ein heiður fyri okkum á G! at kunngera Saving Grace ft. Robert Plant & Suzi Dian sum part av festivalinum í summar! 

Navnið Robert Plant er víðakent kring allan knøttin. Forsangari í enska bólkinum Led Zeppelin og ein rokk legenda burturav, Plant er vorðin eitt ógloymandi ikon. Samstundis er hann leitandi og hevur altíð flutt seg frameftir í tónleikaheiminum, sum hansara solo yrkisleið eisini er prógv uppá. 

Saving Grace er eitt nýtt tónleikasamstarv millum fimm royndar og gávuríkar tónleikarar, ið millum annað hýsir heimskenda Led Zeppelin sangaranum. Bólkurin byrjaði at framføra í 2019 og leggur nú leiðina til G! Festival í juli mánaði. Bólkurin tulkar eldri løg úr ymsum sjangrum, t.d. folk, bluegrass, blues og roots. Tónleikurin er í sentrum og alt snýr seg um at tæna tí einstaka sanginum. 

Michael Anthony Johannesen, tónleikastjóri á G!, sigur soleiðis um bókingina: "Eg havi ikki fingið armarnir niður enn! Øll kenna Led Zeppelin og frontmannin Robert Plant. At hann kemur at standa á Gøtusandi í summar er næstan óveruligt. Síðan Led Zeppelin, hevur hann útgivið ikki minni enn 15 plátur og 42 stakløg, har seinasta útgávan kom út í 2017. Hann hevur prógvað, at líkamikið hvørja bólkasamanseting hann hevur við sær, hevur hann altíð megnað at bergtikið fjøldina. Saving Grace er hansara nýggjasta tónleika verkætlan, og tónleika ummælini hava verið heilt framúrskarandi, so festivalgestirnir kunnu vænta sær eina rættiliga serstaka og inniliga framførslu við áðurnevndu tónleikalegenduni á odda. 

Festivalurin kemur at kunngera fleiri nøvn komandi tíðina.