Tíðindaskriv: Landsvegurin Strendir - Selatrað

politikkur19-02-2017 - 21:21 - Jóanis Nielsen

18. februar 2017

Tíðindaskriv

Landsvegurin Strendir-Selatrað

Fríggjadagin, 17. februar 2017, kl. 13.30 var áheitan handa Henriki Old, samferðslumálaráðharra í Tinganesi av Hans Krisjani Djurhuus.

Tað er eingin loyna, at landsvegastrekkið av Strondum til Selatraðar er ótíðarhóskandi og í støðum vandamikið serliga vetrarhálvuna. Tí heita borgararnir í bygdunum Kollbeinagjógv, Morkranesi og Selatrað inniliga á landsstýrismannin, um at taka ítøkilig stig til at fáa landsvegin av Strondum til Selatraðar til eina trygga og hóskandi farleið.

Áheitanin er soljóðandi:

Føroya Landsstýrið

Att: Hr. Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum

Tinganes

100 Tórshavn

Undirritaðu borgarar, í Kolbeinagjógv á Morkranesi og á Selatrað, heitað inniliga á tygum sum landsstýrismann í samferðslumálum, um at taka ítøkilig stig til at fáa landsvegin av Strondum til Selatraðar til eina trygga og hóskandi farleið.

Landsstýrismaður tók væl ímóti undirskriftunum, men gav eingi beinleiðis lyftir annað enn, at hann sum skjótast vildi hyggja at viðurskiftunum og fáa gongd á málið.

--------------------

Hans Krisjan Djurhuus, 225536

Heygavegur 13

497 Selatrað