Tíðindaskriv frá Landsfelag Pensjónista

mentan30-05-2017 - 09:42 - Jóanis Nielsen

Landsfelag Pensjónista hevði aðalfund 20. mei 2017. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali. Inna Nattestad stillaði ikki uppaftur, Ingeborg Vinther og Maria Olsen vóru afturvaldar og Beate L. Samuelsen er nývald.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Arne Thorsteinsson, formaður

Ingeborg Vinther, næstforkvinna

Alma Petersen

Maria Olsen

Beate L. Samuelsen

Varalimir:

Alfred Olsen

Jóhan í Smiðjuni

Varalimirnir Hans Marius Joensen og Árni Johannesen stillaðu ikki uppaftur.

Nýggja nevndin í Landsfelag Pensjónista