Mynd: Reidar Simonsen.

Tíðindaskriv frá kommununum í Suðuroynni 28. mai 2018

politikkur29-05-2018 - 10:03 - Jóanis Nielsen

Kommunurnar í Suðuroynni hava í dag, mánadagin 28. mai 2018, havt fund við løgmann og landstýrið í Húsinum við Á í Porkeri.

Á fundinum vóru avbjóðingarnar í Suðuroynni umrøddir, herundir eisini avbjóðingarnar á eldraøkinum í Suðuroynni.

Landsstýrið og kommunurnar umrøddu ætlanir og átøk í Suðuroynni.

Landsstýrisfólkini greiddu frá ætlanum á ymiskum økjum, sum eisini hava og kunnu fáa ávirkan á gongdina í Suðuroynni, m.a. á aliøkinum, fiskivinnuøkinum, útbúgvingarøkinum, og á samferðsluøkinum.

Kommunurnar løgdu fram upprit um undir heitinum «Suðuroyggin og framtíðin», sum er ein greining av støðuni í Suðuroynni, og í uppritinum eru eisini fleiri ítøkilig tilmæli um átøk, sum skulu virka við til at gongdin í Suðuroynni verður vend.

Talan er um átøk,

• sum verða framd av kommununum í Suðuroynni,

• sum verða framd í samstarvi millum kommunurnar í Suðuroynni og Landið,

• og átøkum, sum verða framd av Landinum.

Grundhugsanin aftanfyri menningarátøkini er, at tey skulu hava til endamáls at skapa nýggj størv, ikki minst størv til útbúgvin fólk. Hartil er dentur eisini lagdur á, at nøkur átøk skulu hava eina her-og-nú ávirkan, tvs. ávirkan upp á stutt sikt, meðan onnur átøk kunnu hava ávirkan á longri sikt, tvs. har ávirkanin av átøkunum skulu síggjast aftur innan nøkur ár.

Talan var um sera góðan fund og konstruktivan fund.