Tíðindaskriv frá Felagnum Tórshavn

mentan27-09-2017 - 12:49 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv frá Felagnum Tórshavn:

Hvør minnist ikki Tulipanærina, sum stóð niðri á Vaglinum við pylsuvognin og fekk pylsu og breyð frá einari fittari konu?

Færri munu minnast stríðið, tá Havnin øll varð endaliga friðað fyri seyði (Hoyvíksseyði tá) seinast í 1960-unum.

Men 100 ár frammanundan stóð stríðið um vetrarfriðing av traðunum, sum tá vóru veltar. Summargrasið skuldu neytini hjá traðarmonnunum hava, og eplavelturnar skuldu eisini fáa frið.

Tá kom so lógin í 1863 um Stóragarð, seyðahøgi garðurin um alla Havnina, sum eftir fáum árum varð laðaður við smogum, sum kundu latast upp miðskeiðis í oktober til miðskeiðis í mai, tá hagaseyðurin hevði rætt til bitið innanfyri.

Seinni, sum nýggjar traðir vórðu lagdar inn, vórðu garðar laðaðir um tær, og traðarmenninir á hesum kundu keypa sær vetrarfriðing av teimum.

Tí eru fleiri garðar um Havnina, sum í støðum standa væl uppi.

Men hvar gongur sjálvur Stórigarður?

Sunnudagin 1. oktober kl. 14 fer Gongubólkurin hjá Felagnum Tórshavn at ganga fram við Stóragarði.

Túrurin er ókeypis og øll eru vælkomin við, byrjað verður Yviri við Strond við Válgaravík.

Meira kunning um Felagið Tórshavn kann síggjastherog kunning um túrar hjá gongubólkinum sæst her