Tíðindaskriv frá Dansibandsfestivalinum í Vági

mentan03-03-2020 - 11:13 - Jóanis Nielsen

Símun P. Jacobsen prestur til Dansibandsgudstænastuna

Eitt av hátíðarligu tiltøkunum á Dansibandsfestivalinum, sum altíð savnar sera nógv fólk, er Dansibandsgudstænastan.

Dansibandsgudstænastan hevur verið partur av Dansibandsfestivalinum seinastu fimm árini og í ár verður tað Símun P. Jacobsen, sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi, sum verður prestur til Dansibandsgudstænastuna.

Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 1. og 2. mai 2020.