Tíðin búgvin til øðrvísi fígging innan tað almenna

politikkur16-06-2017 - 11:20 - Jóanis Nielsen

Meira enn nakrantíð er tíðin búgvin at taka øðrvísi fíggingarhættir í brúk innan almenna økið. Í Ársfrágreiðingini 2016-17 undir heitinum “Leiðin fram” vísir Landsverk á nakrar møguleikar, har vantandi fíggingin av bæði bygningshópi og infrakervinum kann heintast inn aðrastaðni enn bara á fíggjarlógini.

Stórar avbjóðingar liggja fyri framman hjá einum stovni sum Landsverki, ið sær tað sum eina týðandi uppgávu at tillaga virksemið í tann mun, tíðin og umstøðurnar krevja tað. Ikki minst tí, at samfelagið broytist nógv i hesum árum.

Í ársfrágreiðingini í fjør vístu vit á tørvin á viðlíkahaldi av bæði almennum bygningum og infrakervinum, har eftirsleipið so líðandi veksur hvørt ár. Tað er tí av alstórum týdningi, at politisku myndugleikarnir fara undir at viðgera alternativar loysnir at fíggja viðlíkahaldið til tess at fyribyrgja forfalli. Landsverk hevur víst á ymsar møguleikar fyri fíggingarleistum og hevur kunnað avvarðandi aðalráð um møguleikar á hesum øki.

Í sambandi við rakstur av almennum bygningum hevur Landsverk í hyggju at gera rakstraravtalur fyri bæði bygningar og infrakervi við at bjóða uppgávurnar út í fría kapping millum privatar arbeiðstakarar. Útboðini verða sett saman í størri pakkar, har avtalur verða gjørdar fyri til dømis eini 5-10 ár í senn.

Ætlanin er harumframt at skipa útbjóðingarháttin í sambandi við komandi byggiverkætlanir soleiðis, at arbeiðstakarar verða tiknir við í tilgongdina munandi fyrr, enn vanligt. Somuleiðis verða tillagingar gjørdar í sambandi við rakstrar- og viðlíkhaldsuppgávur, sum skulu bjóðast út fyri eitt longri tíðarskeið hvørja ferð.

Landsverk umsitur vegna aðalráðini umleið 230.000 fermetrar av bygningum, og hvørt ár verða fleiri bygningar lagdir afturat bygningshópinum. Málið hjá Landsverki er bæði at halda bygningar hjá landinum viðlíka, men eisini at betra um góðskuna á teimum.

Játtanin til viðlíkahald av bygningum landsins er lækkað við 1,0 mió. krónum niður í 21 mió. krónur. Hetta skal setast upp ímóti, at bara bráfeingistørvurin á viðlíkahaldi nú er komin upp á 128 mió. krónur, meðan samlaða eftirsleipið, sum í fjør var umleið 250 mió. krónur, nú táttar í 280 mió. krónur. Hetta tí Landsverk hevur yvirtikið raksturin av fleiri bygningum afturat, sum eru í ivasomum standi.

Við ársbyrjan kom í gildi nýggja bygningskunngerð, BK17, ið fevnir um alla bygging i Føroyum. Hetta fer uttan iva at hava ta jaligu ávirkan, at øll bygging sum heild verður lyft upp á eitt hægri støði, eins og krøvini verða meira standardiseraði og harvið eins fyri øll. Eitt nú fer hetta at merkja, at málsviðgerðin hjá byggimyndugleikanum verður neyvari í mun til eitt nú bjálvingarkrøv.

Umframt viðlíkahald av bygningum vístu vit í ársfrágreiðingini í fjør eisini á alternativar fíggingarmøguleikar til viðlíkahald av infrakervinum. Serliga er viðlíkahaldið av tunlum kostnaðarmikið, tí tunlar eru umleið tríggjar ferðir so dýrir at reka fyri meturin, sum vanligir vegir.

Innan framleiðsluøkið gjørdi Landsverk í 2016 av at taka seg burtur úr kappingini um asfaltútlegging og niðurleggja hetta virkisøkið. Ístaðin verður enn størri dentur lagdur á framleiðslu av asfalti, gróti og skervi.

Neyvan nakrantíð áður er tíðin nú búgvin at taka øðrvísi fíggingarhættir í brúk. Í Ársfrágreiðingini 2016-17 undir heitinum “Leiðin fram” vísir Landsverk á alternativar fíggingarmøguleikar fyri viðlíkahald av bæði bygningshópi og infrakervinum, sum kann heintast inn aðrastaðni enn bert á fíggjarlógini.

Lesið meira í ársfrágreiðingini hjá Landsverki um alternativar fíggingarhættir, lidnar og verandi verkætlanir, broytingar innan asfaltøkið, tøknilig frambrot og annað nýtt innan ferðsluøkið, eins og mong onnur áhugaverd evni. Ársfrágreiðingin kann lesast her