Tíanverri fekk eg rætt

politikkur18-09-2020 - 14:27 - Jóanis Nielsen

Fyri skjótt trimum árum síðani skrivaði undirritaði hesar reglur:

Tá fyrrverandi borgarstjórin tapti

Tann 31.januar 2018 var til viðgerðar á bygdaráðsfundi í Sørvágs kommunu uppskot frá Suna Jacogbsen, bygdaráðslimi, um at lata felagið Fuglark projektera og kostnaðarmeta eina dupulthøll, sum var 22.40 m breið, 28m long, 8m høg og hevði pláss til 270 áskoðarar.

Eitt sindur av forsøgu til hesa støðutakan mína, og nakað av tí, eg framførdi undir viðgerðini av hesum máli.

Fyri meira enn tveimum valskeiðum síðani fóru vit at umbyggja og dagføra skúlarnar í kommununi. Byrjað varð við Gamla skúla, síðani fingu vit ein landskendan grønan profil við sjóvarhitanum, fyri síðani at fara undir eina skipaða dagføring, sum vardi í meira enn tvey valskeið. Hendan síðsta umbyggingin var lokin fyri fáum vikum síðani. Øll henda verkætlanin hevur kostað meir enn 50 mió. kr íalt, men hetta hevur latið seg gjørt, tí bygdaráðini í sátt og semju hava havt visiónir og hava drigiða eina og somu línu.

Nú manglaði bara prikkurin yvir i-inum, og tað eru glasbygningarnir millum ávikavist skúla og høll, millum høll og svimjihøll og sjálandi sjálv høllin.

Eg var sjálvur formaður í bygginevndin saman við KristiniEllefsen, sála, og Torra Rasmussen, skúlastjóra, sum í valskeiðnum frá 1980-1984 stríddust við táverandi skúladirektión um verandi høll, tí teir sóu helst, at vit bygdu eina sama slag høll, sum vit høvdu frammanundan. Eftir tógvi stríð eydnaðist at fáa semju um ta høll, vit hava í dag, og sum var tikin í nýtslu í 1989.

Nýggjar tíðir seta nýggj krøv, og atfinningarnar móti høllini í flogbóltshøpi hava verið, at servufelti er ov stutt, og at høllin kundi verið hægri. Við atliti til hesar afturvendandi atfinningar hava vit millum bygdaráðslimir tosað um eina høll við 3m.,5 m. ella 8 m. servuufelti og eina nøktandi hædd.

Tá vit gjørdu fíggjarætlanina fyri 2018, var semja um at seta kr.300.000 av til at projektera høllina, og millum bygdaráðslimir tyktist semja vera um, at nú mátti støða takast til, hvørja høll vit megnaðu at gera við atliti til m.a. fíggjarligu orkuna, sum í síðsta enda altíð er avgerandi. Hetta kundi ikki gerast jólatrøll í fleiri ár, tí tekjan er pjóssað við asfalti í fleiri ár, fyri at halda teimu ringastu lekunum burtur.

Áðrenn eg legði uppskotið fram um at lata Fuglark projektera høllina við 5 m. servufelti, setti eg meg í samband við Fuglafjarðar kommunu, sum eigur ítróttarhøll á Kambsdali, og sum er í ferð við at byggja nýggjan skúla, um tað var satt, at teir ætlaðu at gera nýggja dupulthøll í nýggja skúlanum í býnum. Jú, var svarið. Vit byggja eina høll í sambandi við umbyggingina, sum verður 16 x 28 m. og 8 m. høg við plássi til 100 áskoðarar.

Við atliti til hetta svarið, og við atliti til, hvat vit fíggjarliga megna, setti eg hetta uppskot fram : Vit breiðka verandi høll við 12.25 m., soleiðis, at okkara verður 22 x 28 m., ella 6 m. breiðari enn teirra í Fuglafirði. Hæddin skal vera tann sama, men av tí at okkara er breiðari, verður pláss til 270 áskoðarar. Tekjuna, sum skal skiftast í øllum førum, hækka vit við einum góðum meturi, so hon verður 8m . So hava vit eina dagførda dupulthøll, sum vil nakað.

Fyri fundin helt ein bygdaráðslimur, at bygdaráðslimir áttu at vita, hvat mítt uppskot kostaði í mun til eina ítróttarhøll. Fyri at hann ikki skuldi hava tað til undanførslu, at eg einki boð hevði, svaraði eg soleiðis: Tær flestu ítróttarhallirnar í landinum liggja um 2000 fermetrar í vídd. Almenn bygging liggur millum 20.000-30.000 kr. fyri fermeturin, so mítt besta boð fyri eina slíka høll er millum 40-60 mió.kr, alt eftir, um tú vil hava eina bjálvaða fiskahøll ella eina tignaðarliga, virðiliga samkomuhøll.

Samanbera vit við mítt uppskot, so skulu vit víðka okkara høll við 12.25 x 22.35 = 274 fermetrum. Brúka vit sama fermeturprís, sum í dømunm um ítróttarhallirnar, so er kostnaðurin av útbyggingini millum 5.5-8.2 mió.kr. Umframt hetta skal tekjan á verandi høll hækkast við einum góðum meturi, so hæddin verðu 8 m. Eg eri leikmaður, men mítt besta boð er 10 mió. kr.

Uppskotið frá einari samdari fíggjarnevnd við nýggja borgarstjóranum á odda var, at fella mítt uppskot og samtykkja at lata Fuglark gera eina kostnaðarmeting av, hvat tað kostaði at skifta takið á verandi høll og tetta glasbygningarnar, ið hanga uppi í høllini.

Áðrenn atkvøðugreiðsluna gjørdi eg eina seinastu roynd at ávirka støðutakanina við at siga, at vit teknaðu verandi høll fyri skjótt 40 árum síðani, og at ein dagføring var at førka seg fram á leið og gera nakað betur. Men tað var, sum at sletta vatn á gás. Mítt uppskot fekk eina atkvøðu. Uppskotið hjá borgarstjóranum við fylgi fekk seks. Sostatt endaði søgan um útbyggingina og dagføringina av Sørvágs skúla við, at dagført varð aftur til sama bygning, sum teknaður varð fyrst í 80 – unum. Ella við øðrum orðum ein dagføring 40 ár aftur í tíðina.

Arkitektoniskt er tilbygningurin í svimjihøllini og upplyftingin av skúlastovunum sniðgivið soleiðis, at høllin skuldi líkjast teimum, sum hjáløgdu myndir vísa.

Eg havi roynt at argumentera við frá byrjan, at vit skulu hava eina skúlabygning í einum umhvørvi, sum skal verða okkara mentunarmiðdepil undir sama taki. Men tað bar tíverri ikki á mál. Fyrrverandi borgarstjórin tapti so dyggiliga, og tað harmar meg stórliga. Men tað, sum harmar meg enn meira er, at okkara ungdómur nú og í ókomnum tíðum verður tann stóri taparin.

Vinaliga

Sune Jacobsen

Sum borgarstjóri meðan um- og útbyggingin er farin fram, havi eg lagt eina rúgvu av tekningum fram fyri ymiskar myndugleikar til kunningar og støðutakan . Fyri at hesir ikki skulu halda, at eg eri partur av tí, sum nú fer fram, fari eg at senda avrit av hesum reglum til : Skúlastýri, Námsfrøðiliga ráðið,SÌ nevndina og sjálvandi bygdráðið. Hetta vóru orðini fyri trimum árum síðani.

Støðan, nú val stendur fyri durum, er, at als einki er gjørt við høllina. Uppskotið frá teimum seks bygdaráðslimunum um at skifta takið og tetta glasbygningin,sá heldur ikki dagsins ljós.

Scanned from a Xerox Multifunction Printer.pdf